HER FINNUR TÚ

OFTA SETTIR SPURNINGAR

HVØR ER MÍN UMBÝTINGARRÆTTUR

Passar støddin ikki ella angrar tú keypið, ber til at senda vøruna aftur innan 8 dagar. Til ber eisini at koma í handilin í Klaksvík við vøruni.

Vit vilja heita á teg at senda ein teldupost til okkara á well@well.fo

Um kvittan ella umbýtingarmerkið er við, fæst tilgóðseðil ella tú kanst býta um til aðra vøru. Er vøran niðursett er ongin umbýtingarrættur.

Umbýtingarrættur er 8 dagar, treytað av at vøran er óbrúkt og í sama standi, sum tá hon var keypt. Eisini er umbýtingarrætturin treytaður av at øll merkir og tað ið har til hoyrir, enn er á vøruni og í líka góðum standi, sum tá ið vøran varð keypt.

Kostnaðurin at senda retur ber kundin sjálvur.

TÁ IÐ EIN VØRA ER ÚTSELD, FÁA TIT FLEIRI AV SOMU VØRU AFTUR

Tað er ikki altíð vit fáa somu vøru aftur, men tú er vælkomin at spyrja við at senda ein teldupost á well@well.fo

HVAR SÍGGI EG MÍNA KVITTAN

Tá ið tú bíleggur á nethandilinum hjá Well, fært tú ein teldupost sendandi við tínari bíleggan. Hetta er tín kvittan. Tú kanst altíð seta teg í samband við okkum, og fáa eina kvittan av tínum keypi á nethandlinum, sendandi eisini. Telduposturin er: well@well.fo

EG HAVI BÍLAGT EIN PAKKA, NÆR FÁI EG HANN

Tú fært pakkan samað dag um tú bíleggur áðrenn kl. 10 – um tú býrt har tað er landfast. Bíleggur tú eftir kl. 10 fært tú hann dagin eftir. Býrt tú har tað ikki er landfast, verður vøran send skjótast gjørligt.

HVAT KOSTAR ÚTBERINGIN

Tað er ókeypis at fáa ein pakka sendan, um tú keypir fyri omanfyri 500 kr. Annars kostar útberingin 50 kr.

KANN EG BROYTA MÍNA BÍLEGGING?

Ja, um vøran ikki er pakkað enn. Send ein teldupost til well@well.fo, ella ring á 457821.

HEVUR TÚ ONKRAN ÓSVARAÐAN SPURNING?

SPYR OKKUM UM TÚ HEVUR OKKURT YVAMÁL